Brexit kann ávirka vøksturin í ES

– Tað er vónleyst at kenna vavið av teimum avleiðingunum, sum koma í kjalarvørrinum av einari bretskari útliman úr ES. Tað er tó eingin ivi um, at tað fer at minka um vøksturin í ES, um bretar fara egna leið.
Tað sigur Páll Oddur Rubeksen, leiðari á íløgudeildini hjá BankNordik, í samrøðu við mikudags Sosialin.


Í 1973 valdi Bretland at innlima seg í Evropasamveldið. Men í dag - 43 ár seinni - skal bretska tjóðin taka støðu til, um landið skal taka seg úr Evropa samveldinum. Hvør niðurstøðan verður er torført at spáa um, men fleiri og fleiri veljarakanningar vísa á, at meirilutin av bretum ynskja at fara úr ES.


- Seinastu dagarnir hevur partabrævamarknaðurin havt ringt við at gera av hvør rætta gongdin skal verða. Árið hevur verið turbulent, men seinastu vikurnar hava kastað fitt av sær til partabrævaíleggjarar. Tí eru tað fleiri, ið velja at taka vinningin heim. Og serliga undir tí fortreyt, hvussu óvissan um framtíð Bretlands kemur at ávirka marknaðin. Tí um bretar ynskja at fara úr ES, so er ikki óhugsandi at vit koma at síggja týðandi kurslækkingar eftir valið, sigur Páll Oddur Rubeksen við mikudags Sosialin.


Atkvøða bretar fyri “Brexit” kann mann vænta at evropeiskt, og serliga bretsk partabrøv verða hart rakt. Mett verður at feløg innan evropeiska fíggjargeiran verða lutfalsliga harðari rakt í mun til aðrar geirar. Evropeiski meginbankin, ECB, hevur keypt evropeisk statslánsbrøv fyri hundraðtals miliardir krónur hvønn mánað seinasta árið, fyri at økja um inflatiónina í ES. Íkasti hjá Bretlandi til inflatiónina í ES er um 12-13%. Vøksturin í ES liggur nú um 0,6%, og tekur Bretland seg úr samstarvinum, so kemur tað eisini at síggjast í vøkstrinum. Ein vøkstur, sum ECB hevur brúkt hundraðtals milliónir krónur á at fáa ferð á.


- Verður “Brexit” ein veruleiki, kunnu vit vænta ein ávísan pengastreym til trygg aktiv. Danmark hevur, søguliga sæð, verið eitt “Safe Heaven” hjá íleggjarum, og tí kunnu vit vænta, at ein møgulig kapital flýggjan úr Bretlandi til Danmarkar kemur at leggja trýst á donsku krónina. Tað kann fáa danska tjóðbankan at lækka rentuna enn meir, sigur Páll Oddur Rubeksen.


Les alla samrøðuna við Páll Oddur Rubeksen í mikudags Sosialinum.