29. mars 2019 er dagurin, tá Bretland eftir ætlan tekur seg úr Evropeiska samveldinum. Men í kjalarvørrinum av Westminster fyrr í mánaðinum vrakaði Brexit-avtaluna hjá Theresu May gloppar Andrea Leadsom, leiðari fyri bretska undirhúsið, nú dyrnar fyri at útseta Brexit í nakrar vikur.
Í vikuni skal parlamentið atkvøða um nakrar broytingar í uppskotinum, ið bleiv vrakað fyrr í mánaðinum, og er tað í tí sambandinum, at forkvinnan í undirhúsinum nevnir møguleikan fyri at útseta Brexit í nakrar vikur.
- Vit megna at fáa lóggávuna ígjøgnum og eg trúgvi, hóast tað sum hent er, at vit hava eitt sterkt samband við okkara vinir í ES og okkara grannar. Eg eri fullkomiliga sannførd um, at um okkum tørvar nakrar vikur aftrat ella okkurt líknandi, so letur tað seg gera, sigur Andrea Leadsom við BBC.
Ein talskvinna fyri Downing Street 10 hevur avvíst møguleikan fyri at útseta dagfestingina fyri nær Bretland tekur seg úr ES, og ger greitt at stjórnin ætlar at halda tíðarætlanina.