Bretskur tónleikamiðil varpar ljós á Tutl

The Vinyl Factory umtalar Tutl sum ein av teimum mest fjarskotnu plátuhandlunum í heiminum

The Vinyl Factory er eitt bretskt tónleikavirksemi, sum m.a. fevnir um eitt plátufelag og eitt tónleikablað. 

 

Á heimasíðu teirra hava tey ein tátt, har tey hvørja viku velja ein plátuhandil út, sum tey meta vera ein handil, mann má vitja, áðrenn mann doyr - eitt must-see. Tey jagstra heimsins besta plátuhandil. 

 

Tátturin eitur “The World’s Best Record Shops” ella á føroyskum “Heimsins bestu plátuhandlar”. 

 

Og í gjár vald The Vinyl Factory at velja Tutl út, sum ein av hesum plátuhandlunum. Tutl verður her umtalað sum ein av teimum mest fjarskotnu plátuhandlunum í heiminum.

 

Í greinini greiða tey stutt frá søguni um Tutl, sum Kristian Blak setti á stovn í 1977. Hartil verður víst á, hvussu fjølbroyttan tónleik, Tutl hevur, og greinaskrivarin er eisini hugtikin av konsertunum, Tutl javnan skipar fyri.

 

Tað stendur í yvirskriftini, at Tutl er nummar 131. Hetta er ikki kronologisk rekkjufylgja og merkir ikki, at 130 plátuhandlar eru “betri” enn Tutl - hetta merkir bara, at hetta er grein nummar 131 í táttinum. 

 

Les greinina á The Vinyl Factory her.