Bretskur miðil: Tú mást vitja hetta gistingarhúsið í Føroyum

Hilton Garden Inn er komið á ein lista hjá Standard Evening

Gistingarhúsið Hilton Garden Inn, sum letur upp í Havn í næsta ár, er eitt av teimum gistingarhúsunum, sum tú mást vitja. Tað er niðurstøðan hjá bretsku heimasíðuni Standard Evening, sum hevur gjørt ein lista við teimum bestu gistingarhúsunum, sum lata upp í 2020.

- Við 131 kømrum, einari matstovu, handlum, venjingarmiðstøð og spa er hetta gistingarhúsið nakað, tú mást vita av, tá tú fert at vitja tær villu oyggjarnar millum Ísland og Noreg.

Til ber at lesa greinina og síggja listan HER.