Bretski bankin Standard Chartered skal rinda amerikanska ríkiskassanum 327 milliónir dollarar fyri at hava brotið amerikanska bannið ímóti samhandli við Iran, Myanmar, Libya og Sudan.
Fíggjarmálaráðið í Washington sigur, at starvsfólk í bankanum hava roynt at fjala upplýsingar, sum vísa, at feløg í londunum, sum bannið umfataði, vóru viðskiftafeløg hjá bankanum.
Fyri fýra mánaðum síðani segði bankaeftirlitið í statinum New York, at Standard Chartered skuldi rinda 340 milliónir dollarar í sekt. Kanningar hjá eftirlitinum høvdu avdúkað, at bankin hevði avgreitt knappar 250 milliónir dollarar fyri iranskar fyritøkur, meðan amerikanska bannið hevði verið í gildi.










