Í gjár varð ein nýggjur tilburður av koronu staðfestur í Føroyum. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.
Fyribils kanningar av nýggja tilburðinum vísa, at talan er um tann bretska variantin av koronu, sum nevnist B.1.1.7, oig sum smittar serstakliga illa.
Landslæknin sigur, at í gjár vórðu 545 fólk kannað fyri koronu og tilsamans eru 227.771 kanningar gjørdar.
Tilsamans hava 658 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. 654 persónar eru staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum. Sostatt eru tríggir persónar smittaðir í løtuni.
Eingin persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við koronusmittu.