Bretskt flogfar til Svøríkis at leita

Eitt serútgjørt flogfar hjá bretska herinum er komið til Svøríkis at hjálpa teimum, sum leita eftir tí norska Hercules-flogfarinum, sum hvarv nærhendis norðursvenska býnum Kiruna seinnapartin í gjár.

Bretska flogfarið, sum er av slagnum Hawkeye (myndin), fór úr Bretlandi stutt eftir middag og skuldi beinleiðis norður á leitiøkið. Hawkeye-flogfarið hevur sera góða radaraútgerð og verður millum annað brúkt umborð á øllum amerikonskum flogberum.

Tyrlur hava allan dag leitað nærhendis fjallinum Kebnekaise, sum er einar 2.100 metrar høgt og tað hægsta í Svøríki, tí hildið verður fyri vist, at tað norska flogfarið var statt har á leiðini, tá tað hvarv av radaranum hjá eftirlitinum. Men veðrið darvar leitingini nógv, og sýnið er bara góðar 20 metrar.

Fyri løtu síðani frættist, at tyrlurnar vóru givnar at leita, tí veðrið er so vánaligt.