Bretski fiskivinnuráðharrin til Føroyar

Brexit verður á skránni, tá ein av toppunum í Konservativa flokkinum vitjar Føroyar í næstu viku

Brexit verður á skránni í Tinganesi í næstu viku, tá bretski umhvørvismálaráðharrin Michael Gove, ið eisini umsitur fiskivinnumál, kemur til Føroyar á almenna vitjan.


Tað er Vágaportalinum, sum í kvøld skrivar um almennu vitjanin, og við Miðlahúsið váttar Poul Michelsen, Uttanríkis- og vinnumálaráðharri, at Michael Gove kemur til Føroyar mánadagin.


- Hann skal á heilsa upp á løgmann og síðan skal hann á fund við mær og Høgna Hoydal. Hann kemur til Føroyar í samband við Brexit. Vit báðir fara at fundast um handilsviðurskiftini millum londini, og við Høgna Hoydal fer hann at kunna seg um føroysku fiskivinnuna, og hvussu hon verður rikin. Møguliga verður eisini tosað um fiskivinnunýskipanina á fundinum, sigur Poul Michelsen.


Michael Gove kemur til landið mánadag seinnapart og fer longu av landinum aftur týsmorgunin, tá hann fer víðari til Íslands.