Bretski fíggjarmálaráðharrin koyrdur eftir 38 dagar

Bretski fíggjarmálaráðharrin, Kwasi Kwarteng, fór í dag frá sum fíggjarmálaráðharri eftir ynski frá forsætisráðfrúnni, Lis Truss.

 

Tann nú fyrrverandi bretski fíggjarmálaráðharrin, Kwasi Kwarteng, er í dag koyrdur úr starvi.  Tað váttar hann á Twitter. (Arkivfoto). - Foto: Alberto Pezzali/Ritzau Scanpix

Tað váttar hann sjálvur á Twitter.

– Tá tú bað meg um at taka við sum ráðharri, gjørdi eg tað, væl vitandi um at støðan, sum vit eru í, er ótrúliga trupul við hækkandi rentum og hægri orkuprísum, byrjaði hann fráfaringarbrævið forsætisráðfrúnna við.

Kwarteng legði í síðsta mánaði fram eini minifíggjarætlan við lækkandi skattum – eitt nú marginalskattinum fyri tey ríkastu. Tað hevur ført til harðar atfinningar.

Lis Truss hevur longu peikað út moderata konservativa politikaran Jeremy Hunt til nýggjar fíggjarmálaráðharra, skrivar AFP.

/ritzau/

 

 

 

Tann nú fyrrverandi bretski fíggjarmálaráðharrin, Kwasi Kwarteng, er í dag koyrdur úr starvi.  Tað váttar hann á Twitter. (Arkivfoto). - Foto: Alberto Pezzali/Ritzau Scanpix