Bretska stjórnin ætlar at keypa part av átta av landsins bankum og byggifyritøkum Fyri 50 milliardir pund ætlar bretska stjórnin at keypa seg inn í fleiri av teimum stóru bankunum og byggifyritøkunum fyri at styðja tað fíggjarliga kervið í landinum.
Alistair Darling, fíggjarmálaráðharri, hevur almannakunngjørt eina ætlan, sum ber í sær, at tað almenna keypir part av átta stórum bankum og byggifyritøkum. Afturfyri skal tað almenna hava partabrøv í fyritøkunum.
Teir átta bankarnir, sum ætlanin umfatar, eru Abbey, Barclays, HBOS, HSBC, Lloyds TSB, Nationwide Building Society, Royal Bank of Scotland og Standard Chartered.
Umframt tær 50 milliardir pund, sum ætlanin kostar, letur bretski tjóðbankin, Bank of England, 200 milliardir pund í veðhaldum og lánum, skrivar BBC.