Bretska pundið er í botni

Bretski skilnaðurin frá ES sæst nú aftur á kursinum á pundinum

Bretska gjaldoyrað er undir trýsti, og í løtuni er kursurin á pundinum mótvegis amerikanska dollaranum tann lægsti, hann hevur verið seinastu 30 árini.

Síðani bretar atkvøddu fyri at taka sær úr Europeiska Samveldinum, hevur tekin verið um mismóti í búskapinum. Tað sæst eisini aftur á kursinum á bretska pundinum, sum er lækkaður munandi seinastu tíðina.

The Guardian skrivar, at kursurin á pundinum er lækkaður 15 prosent, síðani fólkaatkvøðuna um ES. Seinasta fallið kom, eftir at forsætisráðharrin Theresa May í røðu á landsfundi hjá teimum konservativu setti eina freist fyri at fara undir samráðingarnar við ES um útmeldinga. Hon segði, at Bretlandi ætlar at fara undir gongdina í seinasta lagi í mars.

Í løtuni kostar eitt bretskt pund umleið 8,60 danskar krónur.