Bretska oljufelagið Dana til Føroya

Anne Mariebrunnurin Bretska oljufelagið Dana Petroleum, sum júst er skrásett í Føroyum, verður helst við í boringini á Anne Marie leiðini í mai saman við fýra øðrum feløgum

Jan Müller

Fyrr í vikuni varð kunn­gjørt, at oljufelagið OMV hevur keypt seg inn í brunnin, sum ENI borar í næsta mánað. Nú ljóðar fyri vist, at enn eitt útlendskt oljufelag hev­ur keypt seg inn í henda sjeynda brunnin, sum verður boraður á landgrunninum. Talan er um tað bretska Dana Petroleum, sum eig­ur 27% av føroyska olju­­felagnum Faroe Petrol­eum, ið eisini er við í boringini. Tað skilst, at Dana keypir ein part av lutinum hjá ENI, sum í løtuni er 55%. Hetta merkir so aftur, at Dana fer at vera við í boringini bæði sum medeigari í Faroe Petroleum og sum sjálvstøðugt felag.
Dana er eitt av teim­um rættiliga virknu olju­fe­­løgunum í Bretlandi. Sam­bært frágreiðingini, sum varð gjørd í sam­bandi við ársúrslitið fyri 2009, fer felagið í ár at bora ikki færri enn 17 leitibrunnar. Tveir av hesum brunn­um eru sertakliga áhuga­verd­ir og ein teirra er Anne Marie brunnurin í Føroyum skrivaði felagið í ársfrágreiðingini. Or­søkin til at felagið kundi skriva hetta var m.a. tann, at fe­lag­ið tá hevði eina optión (framíhjárætt, red.) frá ENI at vera part­ur av boringini. Nú hevur felagið so ynskt at vera beinleiðis partur av boringini og er tað Vinnumálaráðið, sum skal geva tað loyvi eftir tilmæli frá Jarðfeingi.
Johan Dahl, oljumála­ráð­harri sigur, at tað er rætt, at enn eitt út­lendskt oljufelag hevur søkt um loyvi at vera partur av leit­ingini á land­grunninum. Meira vil hann ikki siga í løtuni. Sosialurin skilur, at Jarð­feingi hevur viðgjørt umsóknina og skal hon nú endaliga góðkennast av Vinnumálaráðnum. Upp­­runa­liga hevði Dana eina optiónsavtalu við ENI. Nú hevur felagið kortini avgjørt at keypa seg inn í loyvi 005. Harvið verða ikki færri enn fimm feløg við í hesum nýggjasta brunninum á landgrunninum. At so mong oljufeløg vilja vera við er eitt gott tekin til føroyskar olju­myndugleikar. Men tað merkir so eisini, at ynki er um at býta váðan.

-------
Dana Petroleum Faroe Branch
Mikudagin kunn­gjørdi Skráseting Føroya, at Dana Petroleum (E&P) Faroe Branch, filial­ur av Dana Petroleum (E&P) Lrd., (UK) er skrá­sett í Føroyum. Filial­leiðari er Anna Hovgaard Dam og er adressan hjá felagnum Yviri við Strond 4 í Havn. Kapitalur er GBP 7.154.067,00. Endamálið hjá fe­lag­num er at reka virk­semi við leiting eftir, framleiðslu av og sølu av kol­vetnis­grundaðum tilfeingi, í einum og hvørjum parti av verðini, og ann­að virksemi sam­svar­andi endamáli felags­sins.