Tíðliga seinnapartin í dag frættist, at bretska hertugafrúa Meghan hevði fingið verkir. Nú - ein lítlan hálvan tíma seinni - er greitt, at Harry prinsur og Meghan hava fingið ein son.
Tað váttar Harry sjálvur á sínum Twitter brúkara. Bretska kongahúsið skrivar, at nýggi prinsurin er frískur, og føðingin gekk væl.
Siðvenja í bretska kongahúsinum er, at parið vísir nýfødda barnið fram stutt aftaná føðing. Parið hevur boðað frá, at tað ætla tey ikki at gera, og tey bróta harvið siðvenjuna. Tey vilja heldur hava tað meira privat.
Hertuguafrú Meghan og Harry prinsur hava verið par síðan juni 2016, og 19. mai 2018 høvdu tey eitt stórfingið brúdleyp. Fáar mánaðir seinni boðaðu tey frá, at Meghan var upp á vegin.
##med2##