Bretska brigdið av koronu hevur gjørt um seg í Norðurlondum seinastu tíðina. Nú er brigdið eisini staðfest í Føroyum.
– Herfyri varð ein persónur úr Afrika staðfestur smittaður við kanningini á sætta degi. Frá komu til Føroya hevði viðkomandi verið í sóttarhaldi og hevði einans havt samband við ein annan persón, siga myndugleikarnir.
Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur greinað kanningarúrslitið hjá viðkomandi nærri, og greiningin vísir, at talan er um bretska brigdið, sum eisini eitur B.1.1.7.
Bæði tann smittaði persónurin og tann persónurin, ið viðkomandi hevur verið í sambandi við, hava tað gott, og í løtuni bendir einki á, at onnur í Føroyum eru smittað við bretska koronubrigdinum.
Í hesum føri verður bundið um heilan fingur, og tí verður tíðarskeiðið í sóttarhaldi víðkað til 14 dagar. Viðkomandi skal eisini vísa eina negativa roynd, áðrenn persónurin verður staðfestur frískur.