Bretsk venjaraloysn í suðuroynni

Suðuroyarliðið hevur nú sett venjara og verður tað 35 ára gamli skotin, Maurice Ross, sum verður venjari. Og við sær hevur ein hálendskan hjálparvenjara, sum eitur Mark de Vries. Tað skrivar Suðurrás í dag.

 

Les eisini: Royna bretska loysn í suðuroynni

 

Maurice Alexander Ross hevur í seinastuni verið venjari hjá norska Egersunds IK, sum spælir í triðj bestu deildini. Hann hevur drúgvar royndir sum spælari, men er bara í sínum øðrum venjarastarvið.

 

Hann hevur fyrr spælt við eitt nú Rangers, Wolverhampton og 13 ferðir við skotska landsliðnum. Í 2009 og 2010 spældi hann við Aberdeen, meðan Hallur Hansson og Gilli Rólantsson Sørensen spældu har.

 

TB/FC Suðuroy/Royn hevur roynt fleiri venjarar, men nú er greitt at tað verður 35 ára gamli skotin, Maurice Ross, sum verður venjari.