Í morgun umleið klokkan 9.30 lokala tíð hendi ein vanlukka í Íslandi, sum kostaði trimum bretskum ferðafólkum lívið. BBC veit at siga, at vanlukkan hendi, tá bilurin, sum ferðafólkini sótu í, koyrdi gjøgnum rimaverkið á einari brúgv og endaði einar átta metrar niðri í grúsinum.
- Hetta var ræðuligt. Tað virkaði, sum um bilurin hevði rakt ein bakka fleiri metrar frá, har hann steðgaði. Vit stríddust við at fáa øll úr bilinum, sigur íslendski ferðaleiðarin, Adolf Erlingsson, ið var millum tey fyrstu, sum kom á staðið.
Sum skilst á BBC, er eitt barn millum tey deyðu og tvey børn millum tey skaddu. Øll tey skaddu - fýra í tali - eru flutt á sjúkrahús. Tá BBC bar tíðindini, visti løgreglan í Íslandi ikki neyvt, hvør orsøkin var til, at bilførarin misti harradømi á bilinum, tí tey skaddu vóru ikki avhoyrd.
Vanlukkan hendi við Skeiðarársand. Talan er um ein stóran slætta við leysum tilfari, sum sambært BBC stavar frá Skeiðarárjøkli. Brúgvin, har vanlukkan hendi, er eisini sambært BBC hin longsta í Íslandi og er 904 metrar long.
Skeiðarársandur liggur slakar 300 kilometrar eystan fyri Reykjavík, verður lagt aftrat.