Bretland vísir aftur russisku ákærunum

Bretska stjórnin vísti fríggjadagin aftur russisku ákærunum um, at seks diplomatar á bretsku sendistovuni í Moskva vóru njósnarar.

- Hetta eru púra grundleysar ákærur, sum Russland hevur lagt fram, er bretska svarið.

Russiska trygdartænastan FSB sigur, at góðkenningarnar hjá bretsku diplomatunum eru tiknar aftur vegna illgruna um njósning og "hóttanir móti trygdini í Russlandi".

Men Uttanríkisráðið í London vísir á, at tað er hevndargerð, eftir at Vesturheimurin tók tiltøk móti »ríkisstýrda virkseminum hjá Russlandi um alt Evropa og í Bretlandi«.

 

Ritzau/Reuters