Bretland sinnað at tosa um dupultskattaavtalu

Skattamyndugleikarnir í Bretlandi taka væl móti føroysku áheitanini um at fáa í lag samráðingar um eina dupultskattaavtalu

Gongd er nú komin á arbeiðið at fáa í lag eina dupultskattaavtalu við Bretland. Minni enn ein mánað eftir, at landsstýrismaðurin við fíggjarmálum, Bárður Nielsen, heitti á bretsku skattamyndugleikarnar um at koma til samráðingar um eina dupultskattaavtalu, er eitt positivt svar komið úr Bretlandi.
Í einum skrivligum svari frá bretska skattavaldinum verður staðfest, at bretar eru sinnaðir at kanna møguleikan fyri einari dupultskattaavtalu við Føroyar. Bretsku skattamyndugleikarnir, sum halda til í London, heita eisini á føroyska landsstýrismannin um at koma við einum uppskotið til dupultskattaavtalu.
- Vit taka væl ímóti áheitanini, og embætisfólk í Fíggjarmálaráðnum fara nú at tilevna eitt sáttmálauppskot. Okkara sikti er at beina allan iva um skatta-viðurskifti av vegnum, sigur Bárður Nielsen, landsstýrismaður.
Sáttmálauppskotið, ið nú verður gjørt, skal ætlandi byggja á leistin hjá europeiska felagsskapinum OECD. Enn er ikki greitt, nær samráðingar við Bretland kunnu byrja.
- Hetta kann taka drúgva tíð, men nú er gongd komin á, og tað er at fegnast um, sigur Bárður Nielsen, landsstýrismaður.
Hann hevur sett sær fyri at fáa Føroyum dupultskattaavtalur við lond, ið føroyingar hava nógv samstarv og samskifti við. Avtalan við Bretland er fyrsta stigið á hesi leið.
Dupultskattaavtalur hava tvey høvuðsendamál. Í fyrsta lagi skulu tær tryggja, at borgarar og fyritøkur ikki koma at gjalda dupultan skatt, tá arbeitt verður í tveimum londum. Hitt endamálið er, at borgarar og fyritøkur hava fulla greiði á skattligu avleiðingunum, tá tey taka avgerð um at fara undir virksemi í øðrum landi