Tað er ikki bara í Føroyum, at vit hava havt lýtt veður í vikuni.
Í Stórabretlandi uppliva tey so heitar fylgjandi dagar í september, sum tey ongantíð áður hava upplivað.
Í dag verður roknað við, at hitin í ávísum støðum verður omanfyri 30 stig, fimta dagin á rað.
- Henda vikan hevur longu sligið metið, tá ræður um tal av fylgjandi døgum við hita omanfyri 30 stig.
Tað sigur bretska veðurtænastan, Met Office.
Fýra ferðir áður hevur hitin í Bretlandi ligið omanfyri 30 stig í tríggjar fylgjandi dagar. Seinast hetta hendi, var í 2016.