Bretland og Frakland styðja flúgvibann í Libya

Bretland og Frakland taka nú undir við at seta flúgvibann í verk í libyskum luftrúmi,um Muammar Gaddafi heldur fram við at bumba sivilfólk. Teir báðir uttanríkisráðharrarnir, franski Alain Juppé og bretski William Hague, hildu fund í París í dag, og Libya stóð ovast á dagsskránni.

Í einum felags tíðindaskrivi aftan á fundin søgdu teir, at Frakland og Bretland arbeiða við nøkrum uppskotum, sum fara at muna, og at tey verða løgd fyri ES-londini í næstu viku.

Alain Juppé og William hague siga, at teir fara at gera alt, sum gerast kann, fyri at leggja enn størri trýst á Muammar Gaddafi.

Eitt flúgvibann hevði forðað Gaddafi at brúka stríðsflogfør í stríðnum við mótmælisfólkini, sum krevja hann frá.