Bretland fer at lata 800 slaktarum snar-visum

Brexit og korona hava stygt útlendingar úr Bretlandi. Nú tørvar bretum fólk í sláturhúsum.

 

Teimum tørva saktarar í Bretlandi. Og tað í so stóran mun, at tað er ein hóttan ímóti svínabóndum.

Tað kostar bóndum dýrt í svinafóðri at lata grísarnar ganga og eta í stallum og á bønum. Og um dýrini vaksa ov nógv, so skulu slaktarar hava eyka gjald fyri at handafara teir.

Í løtuni ganga 120.000 grísar í Bretlandi, sum bøndur fegnir vilja hava slaktaðar. Men tørvur á arbeiðsfólki merkir, at sláturhúsini ikki fáa tikið ímóti teimum.

Tí fer bretska stjórnin at lata 800 útlendskum slaktarum seks mánað visum, so bøndur ikki verða noyddir at skerja talið á grísum.

Bretskir svínabøndur hava í vikuvís heitt á stjórnina um at gera okkurt við trupulleikan. Teir hava ávarað um, at teir kunnu verða noyddir at taka av dýrini, um sláturhúsini ikki fáa starvsfólk.

Tað fekk Boris Johnson, forsætisráðharra, at viðmerkja, at um vit eta bacon, so »vóru grísarnir ikki livandi, tá vit ótu teir«.

Og tað dámdi ikki svínabóndum, sum søgdu hesa viðmerking forsætisráðharrans vera »eitt totalt fornermilsi« og eitt »spark í høvdið«. Tað er munur á kjøtframleiðslu og massivum matspilli, vístu teir á.

Tørvurin á starvsfólki í sláturhúsum hevur longu ført til, at 6.600 sunn og røsk djór eru tikin av, upplýsir felagið hjá svínabóndum (NPA).

Í síðstu viku var talið um 600, sigur sjónvarpsstøðin BBC.

Bretskir svínabøndur siga, at tað er ein samanseting av koronufarsóttini og brexit, sum hevur skapt trupulleikarnar.

Stjórnin vil tó ikki hoyra talan um, at brexit hevur nakað við málið at gera.

– Svínaídnaðurin hevur, saman við øðrum pørtum í matvøruídnaðinum, mist starvsfólk, tí nógv av temum frá ES londunum eru farin heim undir farsóttini. Tað hevur einki við brexit at gera, sigur Geroge Eustice, umhvørvisráðharri.

Fyrr í mánaðinum boðaði NPA frá, at nakrir bretskir handlar umhugsaðu at keypa svínakjøt úr ES, tí tað er bílilgari.

Sláturhúsini eru bara eitt av økjunum, har Bretland hevur bráðfeingistørv á arbeiðsmegi.

Í síðsta mánaði segði stjórnin, at hon for at geva fyribils visa til 5000 útlendskar lastbilførarar og 5500 arbeiðsfólk í flogfenaðídnaðinum.

Stjórnin hevur ferð eftir ferð sagt, at trupulleikin skal loysast við at gera størri íløgur í arbeiðsmegina og ikki við at innflyta arbeiðsfólk úr Eysturevropa.

 

/ritzau/Reuters