Stórabretland fer at brúka fleiri pengar til verju

Hósdagin fara Keir Starmer og amerikansk forsetin, Donald Trump, at hittast í Hvitu Húsunum

Stórabretland fer eins og fleiri onnur evropeisk lond at brúka meira pengar til verjuútreiðslur tey næstu árini.

 

- Ætlanin er at veksa um prosentpartin av bruttotjóðarúrtøkuni (BTÚ) úr 2,3 upp í 2,5 prosent.

 

Tað sigur bretski forsætisráðharrin, Keir Starmer, sambært Reuters, og ætlanin er at veksa um partin til verjuútreiðslurnar frá 2027 at rokna.

 

- Hetta er størsti vøksturin í verjuútreiðslunum síðan kalda kríggið, sigur forsætisráðharrin. 

 

Keir Starmer legði aftrat, at málið hjá Stórabretlandi er, at røkka 3 prosentum av BTÚ í næsta tjóðartingsskeiði. 

 

Samstundis ætlar forsætisráðharrin at minka um útreiðslurnar til almannahjálp úr 2,5 prosentum niður í 2 prosent, nú verjuútreiðslurnar skulu veksa.

 

Hósdagin skulu Keir Starmer og amerikansk forsetin, Donald Trump, hittast í Hvitu Húsunum, og amerikanski forsetin vil hava, at Evropa rindar meira til verjuna.