Føroysku kvinnurnar hildu seg annars hava vunnið kappingina, tá tær í seinasta dystinum bastu Onglandi við 16-15.
Dómararnir søgdu tó, at Ongland vann kappingina, og varð hetta gjørt við støði í samlaðu innanhýsis uppgerðunum millum tey trý fremstu.
Hesar endaðu soleiðis:
Letland-Føroyar 23-21
Føroyar-Bretland 16-15
Bretland-Letland25-20
Innanhýsis hava tey trý oddaliðini soleiðis tvey stig. Bretland hevur tó +4 í málmuni. Okkara hava -1 og Letland hevur -3.










