Bretska stjórnin ætlar við nýggjari lóggávu at gera at ómøguligt hjá útlendskum tøknifyritøkum sum kinesiska Huawei at vera við í týdningarmiklum undirstøðukervisætlanum í Bretlandi.
Tað skrivar The Sun við keldum úr stjórnini.
Sambært blaðnum er tað eftir øllum at døma stórur ótti millum ráðharrar og embætisfólk í fregnartænastuni fyri, at kinesisk íblandan í eitt nú útbreiðslu av 5G-interneti kann fara at verða nýtt til njósning.
Tað eru millum annað bretski uttanríkisráðharrin, Jeremy Hunt, og verjumálaráðharrin, Gavin Willliamsen, sum hava nevnt sín ótta fyri útbreiðsluni hjá Huawei
Ein av orsøkuni til óttan er kinesiska lóggávan, sum áleggur privatum kinesiskum virkjum at samstarva við fregnartænastuna í Beijing.
Nýggja lóggávan skal millum annað gera tað truplari hjá bretskum tøknifeløgum at vinna almenn útboð, um tey nýta útgerð frá Huawei.
Sambært The Sun er stjórnin sinnað til, at tað kann merkja prísvøkstur og møguligar seinkingar í sambandi við útbreiðslu av G5-interneti.
Frammanundan hava lond sum USA, New Zealand og Australia noktað at brúka útgerð frá Huawei í sambandi við G5-internet.
Fyrr í vikuni ávaraði norska fregnartænastan, PST, um leiklutin, sum kinesiski tøkirisin hevur.
Kinesiska stjórnin hevur víst atfinningunum aftur og ávarar sambært tíðindastovuni Reuters um ta negativu ávirkan, sum slík lóggáva fer at hava á aljtóða handil.
Í august yvirhálaði Huawei amerikanska Apple og gjørdist heimsins næststørsi veitari av smartphones eftir suðurkoreanska Samsung.
/ritzau/