Breti skal rudda upp í frælsum ítrótti

Sebastian Coe er nýggjur forseti í IAAF. Høvðusmálið er at berjast móti doping, sum hevur skakað frælsan ítrótt

Forsetaval hevur verið í IAAF, sum altjóða ítróttarsambandið fyri frælsan ítróttin. Tað gjørdist 58 ára gamli bretin, Sebastian Coe, sum vann valið á ukreinska Sergey Bubka. Málið er nú at rudda upp í dopingmeldrinum, sum herskar í løtuni.

 

Nývaldi forsetin, sum vann OL gull í 1500 metra renning í 1980 og 1984, hevur sett sær fyri at berjast móti doping. Seinasta hálva árið hava tveir týskir dokumentarar avdúkað umfatandi dopingmisbrúk.

 

Sebastian Coe hevur lovað at fara í hernað móti doping, og endurskapa eina mynd av einum “reinum” ítrótti uttan doping. Hann er sætti forsetin í 103 ára longu søguni hjá IAAF.