Tey eru mong, sum hava ríkað seg upp av tónleiki. Bæði tónaskøld, sangarar, tónleikarar, útgevarar og onnur.
Heimasíðan Popdust.com hevur gjørt ein lista við teimum fólkunum, sum hava forvunnið mest pengar upp á tónleik gjøgnum árni. Átta menn og tvær kvinnur eru á listanum.
Ovastur er bretski komponisturin Andrew Lloyd Webber, sum hevur skrivað kendar sangleikir sum Cats, Jesus Christ Superstar og Phantom Of The Opera. Hann skal hava forvunnið 6,6 milliardir krónur upp á sín tónleik.
Næstur í røðin er beatlin Sir Paul McCartney, og síðani koma U2-sangarin Bono, Bing Crosby og P. Diddy.
Onnur kvinnan á listanum er Mariah Carey, sum er nummar 6, og millum hana og Dolly Parton er Jay-Z. Síðani koma Jimmy Buffett og Michael Jackson.