Bretarnir verða latnir leysir

Iranski forsetin, Mahmoud Ahmadinejad, sigur, at teir 15 bretsku herflotamenninir verða latnir leysir. Sambært forsetanum er leyslatingin ein gáva til tað bretska fólkið í sambandi við páskirnar og føðingardagin hjá Muhammed profeti.

Tað er ikki greitt, nær tey 15 sleppa úr Iran, men í London ljóðar, at tey møguliga koma við einum flogfari til London í morgin.

Tony Blair, forsætisráðharri, sigur seg vera fegnan um iransku avgerðina. Hann segði, at stjórnin hevði roynt ta diplomatisku loysnina, og at hetta hevði víst seg at vera tað rætta.

Iranski forsetin sigur seg kortini harmast um, at bretska stjórnin ikki var nóg djørv til at viðganga, at hennara herfólk vóru farin inn um iranska markið av misgáum.

Tríggir yvirmenn hjá iransku sjóverjuni hava fingið heiðurstekin, tí teir góvu boð um at taka vaktarskipið, sum teir 15 bretarnir vóru við.