Bretar vitjaðu gravir í Klaksvík

Í dag hava umboð fyri ein felagsskap, sum heldur eygað við gravum hjá bretum, ið doyðu undir krígnum, vitjað í Klaksvík. Har liggja seks mans frá Jólaskipinum grivnir. Klaksvíkar býráð fær regluliga vitjan av umboðum frá Commonwealth War Graves Commission, sum vitja bretsku gravirnar í kirkjugarðurin á Ziskatrøð, har seks manns frá Jólaskipinum ? S.S. Sauternes - liggja grivnir. Skipið fórst undir krígnum í Fugloyarfirði - tað var 7. desember 1941.

Tummas Hanus Dam, bretskur konsul í Føroyum, var í Klaksvík í dag saman við Barry Murphy, stjóra fyri UK-økið, og Richard Kellaway, generali umboðandi Commonwealth War Graves Commission. Umboð fyri felagsskapin vitja í Klaksvík umleið fjórða hvørt ár, har teir hyggja at og meta um í hvørjum standi, gravirnar og gravsteinasnir eru. Og sum so ofta fyrr, søgdu teir, at gravirnar og steinarnir vóru fyrimyndarliga væl umsitin ? og tað vóru teir sera takksamir fyri.

Tummas Hanus Dam, bretskur konsul í Føroyum, Barry Murphy, og Richard Kellaway generalur, tóku sær eisini stundir at heilsa uppá Jógvan Skorheim, varaborgarstjóra. Har teir eisini fingu søguna um skotagravirnar í Svínoy, har 17 manns liggja grivnir frá skipinum ?Rachel?, sum fórst í 1786. Hetta var ein kópafangari úr Stromnes á Orknoyum, sum fórst í briminum á Svínoyarvík 17. november 1786. Tríggir bjargaðust og 17 lík vórðu funnin. Manningin taldi 22 manns.

Nú hevur Klaksvíkar kommuna reist ein minnisvarða á økinum og fríðkað um, har 17 steinar eisini eru settir kring eina grótsúlu, sum ber akkerið av skipinum ?Rachel?.

Bretsku umboðini vóru hugtikin av søguni og takksamir fyri at monnum varð vístur hesin sómi.