Bretar vitja Noreg

Umleið tríggjar milliónir útlendsk ferðafólk vóru í fjør í Noregi og vitjaðu, og tað var trý prosent fleiri enn árið fyri. Eins og onnur ár vóru sviar, týsk­arar og danir best um­boðaðir millum fremm­andu ferða­fólkini. Kort­ini minkaði talið á døn­um fýra prosent, meðan týskar­arnir vóru átta prosent færri í tali. Harafturímóti hava bretar eftir øllum at døma fingið sær Noreg sum ferðamál. Í fjør vóru 240.000 bretsk ferðafólk í Noregi, og tað var heili 19 prosent fleiri enn í 2005. Meðan danir og týskarar sviku Noreg, sviku norð­menn ikki Danmark og Týskland. Norsku gist­ingarnar í Týsklandi vóru heili 10 prosent fleiri í fjør enn í 2005, og í Dan­mark var vøksturin fýra prosent, skrivar Trans­portøkonomisk Instutut.