Tað hevur bretska stjórnin upplýst, skrivar The Guardian.
Bretar venda harvið aftur til bláa litin, sum passini hjá teimum høvdu fyri yvir 30 árum síðani.
Bretland tók tey ES-passini í brúk í 1988 við reyða litinum, sum eyðkennir ES-passini.
Orsøkin til nýggju passini eru sum vera man, tí Bretland nú er farið úr ES – brexit.
Innanríkisráðið leggur dent á tað nýggja passið sum ógvuliga hátøkniligt.
Franska felagið Thales hevur eisini fingið ábyrgdina fyri nýggja passinum, skrivar tíðindastovan AFP.
/ritzau/