Bretland: Heili 15% av laksinum, sum bretar selja og siga er “villur”, er alilaksur.
Hetta vísir ein bretsk kanning, sum bretska matvørueftirlitið hevur gjørt.
Kanningin vísir, at bretsk vinnulívsfólk eisini feilmerkja og selja annan aldan fisk sum “villan”.
Bretska matvørueftirlitið, FSA, váttar, at feilmerkingar verða gjørdar, har alifiskur verður “dóptur” villur at vera.
FSA sigur, at feilmerktur fiskur bæði verður seldur í supermarknaðum, fiskahandlum, fiskamarknaðunum og í ymiskum serhandlum.
Kanningin hjá matvørueftirlitinum vísir kortini, at flestu fiskaseljarar geva brúkarunum røttu myndina av vøruni, tó ikki allir.









