Bretar úr Afghanistan innan fimm ár

Bretska samgongustjórnin hevur sett sær fyri at taka teir bretsku hermenninar úr Afghanistan eftir nøkrum árum.

David Cameron, forsætisráðharri, vil ikki siga, nær teir fyrstu hermenninir fara haðani, men ætlan hansara er, at hermenninir verða tiknir heim innan næsta parlamentsval, sum verður í 2015.

-Vit hava longu verið har í níggju ár, segði David Cameron við Sky News í gjár. Hann legði afturat, at tað er neyðugt at útvega afghanska fólkinum eitt trygt land og ein tryggan gerandisdag, áðrenn hermenninir kunnu takast heimaftur.

Bretland hevur umleið 10.000 hermenn í Afghanistan, og landið hevur mist meiri enn 300 hermenn har.