Triðja umfarið av sjónvarpsrøðini Brotsgerðin verður nú víst í bretskum sjónvarpi. Tað er rásin BBC Four, sum sendir Brotsgerðina, og nú nýggja røðin byrjaði um leygarkvøldið, hava tíðindafundir verið hildnir í Onglandi í vikuni.
Piv Bernth, sum er leiðari fyri DR Drama, Sofie Gråbøl, sum spælir høvuðsleiklutin í Brotsgerðini, og rithøvundin Søren Sveitstrup hava hitt ensk tíðindafólk, og áhugin fyri Brotsgerðini er sera stórur. Tíðindafólkini í Onglandi spyrja um tað sama, sum tíðindafólk aðrastaðni, men ein munur er.
- Eingilsmenn hava nógv størri áhuga fyri troyggjuni hjá Sarah Lund enn danskarar. Teir eru púra vekk í troyggjuni, og hon er næstan ein høvuðsleikari í sær sjálvum í hesi røðini. Tíðindafólkini spyrja alla tíðina um that jumper, sum tey málbera seg, sigur Piv Bernth við blaðið BT.
Guðrun & Guðrun hava latið troyggjur til høvuðspersónin Sarah Lund í øllum trimum umførum av Brotsgerðini, og Guðrun & Guðrun selja eisini hópin av troyggjum til bretar. Og nú Brotsgerðin aftur verður víst í bretskum sjónvarpi, er líkt til, at sølan av nýggju troyggjuni fer at vaksa.