Bretar og írarar hava nú tikið eitt nýtt stig í stríðnum um Hatton-Rockall havøkið, sum eisini Føroyar siga seg hava rætt til. Bretland og Írland gera nú krav hjá Sameindu Tjóða um havøkið kring Rockall, sum kann goyma virði fyri milliardir av krónum Síðani 2001 hava samráðingar verið um havøkið kring Rockall, sum Føroyar, Ísland, Bretland og Írland siga seg hava krav uppá, men hesar samráðingar hava ikki ført til nakra semju enn.
Týsdagin tóku bretar eitt nýtt stig í stríðnum, og teir lótu Landsgrunsnevndin hjá ST - UN Commission on the Limits of the Continental Shelf (UNCLCS)- eitt krav uppá økið kring Rockall. Tað sama hava írar boðað frá, at teir fara at gera.
- Vit eru sera vónbrotin av, at tað ikki hevur eydnast at fingið eina semju um havøkið kring Rockall, sigur ein talsmaður fyri bretska uttanríkisráðið við blaðið The Guardian.
Árni Olafsson, fulltrúi í danska uttanríkisráðnum, sum hevur verið við í samráðingum um Rockall, sigur við Rás2, at stigið hjá bretum og írum var væntandi.
Orsøkin er, at londini, sum hava staðfest havrættarsáttmálan hjá ST, hava 10 ár um at gera krav upp á landgrunsøki uttanfyri 200 fjórðingar. Freistin hjá Bretlandi at gera hesi krøv gongur út í mai, og tí hava teir nú tikið hetta stig.
- Vit hava í grundini bara bíðað eftir hesum stignum hjá bretum, tí tað var væntandi, sigur Árni Olafsson við Rás2.
Føroyingar og danir hava ikki havt fyri neyðini at gera somu krøv, tí freistin hjá Danmark er ikki fyrr enn í 2014.
Nú skulu Føroyar, Ísland og Danmark boða ST frá, um tey vilja góðtaka, at Landsgrunsnevndin tekur málið upp, og líkt er til, at íslendingar fara at móttmæla. Føroyingar og danir hava ikki viðgjørt málið enn.
- Vit høvdu vónað, at vit fingu onkra semju um Rockall, áðrenn neyðugt var hjá bretum at fara til ST, men tað eydnaðist ikki. Sum samráðingarnar hava gingið seinastu tíðina, so høvdu vit heldur ikki vónir um tað, sigur Árni Olafson.
The Guardian tosar um eitt samanbrot í samráðingunum um Rockall, men Árni Olafsson sigur, at partarnir eru upp á talufót. Ein fundur var í desember í fjør, og seinni í ár er ætlanin at hava ein samráðingarfund um Rockall í Føroyum.