Bretar leggja 10% eykaskatt á oljufeløgini

Ætlanin hjá bretsku stjórnini at hækka partafelagsskattin fyri oljufeløg við 10% hevur skapt mikla øsing í Bretlandi, her ikki minst í Skotlandi, hvørs búskapur er sera nógv tengdur at oljuvinnuni.

OLJA

Tað var í apríl, at fíggjarmálaráðharrin Gordon Brown legði nýggja fíggjarætlan fram og í henni hevur hann so eisini innroknað eina skattahækking uppá 10% av yvirskotinum hjá oljufeløgunum, sum arbeiða í bretskum øki. Hetta hevur fingið bæði oljufeløg, myndugleikar og vinnuna at tala harðliga at. Stjórin í BP John Browne hevur kallað uppskotið hjá navnanum Brown fyri tápuligt og hevur biðið stjórnina umhugsað tað av nýggjum, meðan tíð er. Enn ber til at taka uppskotið aftur, men sum er stendur tað við.

Felagið hjá 32 oljufeløgunum í Bretlandi UKOOA hevur roknað út, at meirskatturin fer at kosta oljufeløgunum 80 milliardir krónur í nýggjum skatti fram til ár 2010. Víst verður á, at avleiðingin av hesum kann gerast, at oljufeløgini fara at útseta ella heilt steðga við nýggjari oljuleiting í Norðsjónum í eini tíð, har tað annars hevur nógv at siga fyri Bretland, at tað verða funnar nýggjar oljugoymslur, nú Bretland um ikki so nógv ár verður innflytari av olju til sín egna heimamarknað. Eisini verður víst á, at tey 50.000 størvini í oljuvinnuni í Skotlandi eru í vanda. Tað hevur fingið politikarar og vinnulívsfólk í Skotlandi til at fara uppá barrikadurnar og mótmælta ætlanini.

Umboð fyri stjórnina siga harafturímóti, at oljufeløgini tola væl at gjalda hægri skatt, nú yvirskotið er so stórt. Oljufeløgini hinumegin siga, at hetta er ikki rætt og halda, at fíggjarmálaráðharrin er lopin framav og hevur skundað sær ov nógv.