Bretar hugsa sum í hjálandatíðini

Russiski forsetin heldur tað vera púra burturvið av Bretlandi at krevja ein fyrrverandi KGB-mann útflýggjaðan til rættarsókn. Bretska ákæruvaldið vil hava fatur á Andrej Lugovoj, sum sambært bretsku myndugleikunum hevði samband við tilburðin, tá fyrrverandi KGB-agenturin Alexander Litvinenko bleiv eitraður í London í november í fjør.

Men russiski forsetin,Vladimir Putin, vissaði í gjár bretar um, at Lugovoj verður ikki útflýggjaður.

-Teir munnu hava gloymt, at Bretland er ikki eitt hjálandaveldi longur. Í dag eru eingi hjálond eftir, og Guð havi lov fyri, at Russland ongantíð hevur verið bretskt hjáland, segði Putin við russiska sjónvarpið.