Fleiri hundrað bretar eru raktir av, at tey ikki kunnu jarða síni nærmastu. Tey eiga ikki peningin til tað, sum jarðarferðin kostar, nú tað almenna hevur tikið stuðulin aftur Fíggjarkreppan ger, at tað almenna ikki letur vanliga stuðulin til jarðarferð longur.
Hvørt ár hava bretsku myndugleikarnir veitt umleið 27.000 figgjarliga veikum familjum jarðarferðarhjálp. Men nú er hesin stuðul tikin aftur. Tað er fíggjarkreppan, sum er atvoldin til, at hjálpin er steðgað.
- Vanliga tekur tað umleið 10 dagar millum deyðsfall og jarðarferð, men í løtuni er støðan hon, at tað kunnu ganga út við fimm vikur ? og enntá meira ? áðrenn jarðarferðin kann vera.
Tað sigur John Weir, sum starvast hjá felag í Bretlandi, sum tekur sær av jarðarferðum.
Hann sigur, at orsøkin til hetta er, at stuðulin, sum tað almenna hevur veitt familjum, er ógvuliga ivasamur.
- Vantandi peningur í bankunum ger, at nógvar kommunur ikki hava ráð til ella aftra seg við at leggja út peningin til syrgjandi familjurnar.
John Weir sigur við Daily Mail, at fleiri hundrað familjur eru raktar av hesi syndarligu støðu i Bretlandi.