Bretar fara eisini at brúka evruna

Meiningakanningar vísa, at nógv tey flestu í Bretlandi vilja varðveita pundið sum gjaldoyra, og at tað hevði verið ein vanlukka fyri landið, um evran bleiv sett í gildi ístaðin fyri pundið. Men tað heldur fyrrverandi bretski forsætisráðharrin Tony Blair ikki, og hann heldur tað als ikki vera óhugsandi, at evran ein dag verður bretskt gjaldoyra.

Í einari sending hjá BBC segði Blair, at sum forsætisráðharri var hann fyri, at Bretland átti at taka evruna sum gjaldoyra, men at tað var umráðandi, at umstøðurnar vóru tær røttu, sum hann orðførdi seg.

Fyrrverandi forsætisráðharrin ásannaði, at trupulleikar eru í fleiri londum, sum hava evruna sum gjaldoyra, og at tað er neyðugt við broytingum í teimum londunum, sum eru í kreppu. Hann helt eisini, at tað ræður um at samskipa tann evropeiska búskapar- og gjaldoyrapolitikkin betur.

-Eg vænti, at Evropa fer at halda fram við evruni sum gjaldoyra, men at trupul mál skulu loysast teir næstu mánaðirnar, segði Tony Blair í BBC-sendingini.