Brestir var bestur á Flemish Cap

Hann fekk 19 tons meiri enn tann, sum fekk næstmest

Á midnátt leygarkvøldið var føroyska toskakvotan á Flemish Kapp uppfiskað.

 

Og nú Vørn hevur gjøt fiskiskapin upp, vísr tað seg, at Brestir var tann, sum fekk mest burtur úr.

Hann fekk 753 tons, og tað eru 19 tons meiri enn Phoenix, sum var tann, ið fekk næstmest.

 

Annars royndist tíðin á Flemish Cap soleiðis hjá teimum ymsu skipunum

Brestir: 753 tons

Phoenix: 734 tons

Sjagaklettur: 609 tons

Klakkur: 406 tons

Vesturleiki: 383 tons

Kambur: 294 tons

Váðasteinur: 208 tons

 

Vørn sigur, at Brestir og Sjagaklettur vreiddu einaferð í Saint Pierre og at Phoenix var tvær ferðir inni og bunkraði.

 

Phoenix umskipaði fiskin til Ran, sum virkaði sum móðurskip.

Váðasteinur sum var á ísfisk, gjørdi tveir túrar, hini skipini frystu fiskin umborð.

 

Brestir var fyrsta skipi á Flemish Cap í ár, teir høvdu fyrsta hálið tann 29 januar.

Kvotan í ár var felagskvota.