Djúpvatnstrolarin Brestir kom á Tvøroyri beint áðrenn miðnátt í gjárkvøldið. Teir koma undan Eysturgrønlandi, har teir nú hava gjørt 4. túrin. Brestir hevur aftur gjørt ein góðan túr undir Eysturgrønlandi, teir hava 170-túsund pund, meginparturin av veiðuni er svartkalvi, sum verður landaður á Tvøroyri í dag.
Brestir byrjaði túrin 7. august.
Brestir fer nýggjan túr til Eysturgrønlands í morgin.










