Brestir, sum hevur roynt undir Eystur-Grønlandi, landaði 93 tons í Hanstholm í gjár, teir høvdu 80 tons av kongafiski og 13 tons av svartkalva.
Fiskurin verður seldur á eini týskari uppboðssølu. Tá ið vit tosaðu við reiðaran Tummas Hendriksen í dag, segði hann, at hann roknaði við eini hampuligari sølu.
Kvotan undir Eystur-Grønlandi er nú øll fiskað, Brestir fer tí aftir at royna undir Føroyum.
Brestir verður aftur á Sørvági leygardagin.