Triðji svartkalvatúrur hjá Bresti í ár. Brestir - ið landar í Scrabster í morgin - fær millum 26-27 kr fyri kilo av svartkalva. Prísur í farnu viku lá millum 18-19 kr í Skotlandi. Garnakalvin kostaði heilt niður í 14 kr á Fiskamarknaðinum í farnu viku.
Brestir, ið hevur roynt í eina lítla viku, hevur 22 tons av svartkalva, 3 tons av kongafiski og 16 tons av upsa.
P/F Suðuroyar Fiskakeyp - sum Scrabster Seafoods LTD eigur - umboðar søluna hjá Bresti í Scrabster.