Brent barn ræðist eld

B68 ætlar at útinna tað sama sum skálamenn gjørdu, og tilvitanin er stór í B36 um ikki at endurtaka kiksaran

Næstsíðsta leygarkvøld fóru meistararnir í B36 av Skála við ongum. Tað var óvæntað og stórt vónbrot. Í dag skulu teir aftur á Skálafjørðin – hesaferð á Svangaskarð. Har hevur B36 ikki verið síðani 19. oktober 2014, tá ið tað við 3-1 sigri varð greitt, at B36 hevði vunnið FM. Tá kendist tað annars sum skelkur hjá FM favorittunum, tá ið B68 í fyrsta minutti legði seg framum 1-0!

 

-Vit vistu, at talan fór at verða um stóra avbjóðing á Skála, men kortini vórðu vit tiknir á bóli. Tann royndin er góð at hava við á Svangaskarð, og eg rokni avgjørt við, at spælararnir verða savnaðir og tendraðir frá fyrsta bríksli, sigur B36 venjarin Eyðun Klakstein.

Mannfallið í B36 er framvegis stórt: Hanus Thorleifsson, Robert Heðin Brockie og Høgni Eysturoy eru langtíðarskaddir, og Alex Mellemgaard verður neyvan førur fyri at spæla ídag. Jákup á Borg er fyri fyrstu ferð í ár við í B36 hópinum. Hann verður ivaleyst á beinkinum. Andrias H. Eriksen var orsaka av sjúku ikki við á Skála. Hann verður í miðverjuni í dag saman við Hørði H. Askham.

 

Tað stóð øgiliga nógv á hjá B68 síðsta sunnudag. Í evstu løtu javnaði Hákun Edmundsson við beinleiðis fríspark, og harvið hevur B68 higartil hvørki tapt ella vunnið, men í staðin verið partur av tveimum 1-1 javnleikum. Felags fyri dystin á Argjum og ímóti TB er, at B68 málini eru skorað í sambandi við fríspørk. Toftamenn hava harvið ikki megnað higartil í ár at skora í opnum spæli.

Vánirnar fyri at tað skal eydnast ímóti B36 eru ikki vornar betri av, at tað er ivasamt, um teir báðir við mest broddi í eru førir fyri at spæla ídag. Óli H. Olsen og Pedro hava orsaka av skaðum ikki vant í vikuni.

 

B68 hevur ikki vunnið á heimavølli ímóti B36 síðani 2010, tá ið úrslitið var 1-0. Síðani tá eru tveir dystir endaði við javnleiki, og B36 hevur  vunnið tríggjar ferðir.

-Vit eru ósigraðir, og tað taka vit við okkum. Eingin ivi er um, at avbjóðingin ímóti B36 verður stór. Skálamenn vístu okkum, at tað ber til at vinna á FM favorittum, og hvussu tað skal gerast, sigur B68 liðformaðurin André Olsen.

Ivan Joensen er framvegis skaddur.