Brent barn ræðist eld

Katrin Dahl Jakobsen
Javnaðarflokkurin
???????
Javnaðarflokkurin hevur altíð sæð fólkatingssessin sum sína demokratisku skyldu til at virka positivt fyri føroyskum áhugamálum. Áhugamál, sum eru til gagns fyri føroyingin. Í hesum liggur, at vit altíð virka út frá teirri støðu vit til eini hvørja tíð eru í, heldur enn at søpla burtur tíð og peningaligan fólkatingsstuðul at læsa okkum fastan í konservativan sambands/ loysingar retorik.
Slíkt signalerar bert føroyska ósemju og máttloysi. Vit mugu úr stillstøðuni og koma okkum framá!!

Standa saman
At tað við áhaldandi upplýsandi og semjusøkjandi arbeiði ber til at náa málum, hava javnaðarumboð umvegis fólkatingssessin og í samskifti við danir prógvað ferð eftir ferð. Soleiðis bar tað slóðbrótaranum Petur Mohr Dam til í 1963 at sannføra norðurlandaráðslimir um, hvussu rímiligt tað var, at Føroyar eisini fingu umboðan í hesum stóra ráð, og fekk hann eisini Merkið at veittra á fyrsta sinni undir liðini á hinum norðurlendsku fløggunum. Men sum ikki eina-ferð, so dálkaðu afturhaldskreftir málið, tá tað kom til atkvøðugreiðslu á Løgtingi 1.okt. 1969. Javnaðar-, Sambands- og Sjálvsstýrisflokkurin atkvøddu fyri, Tjóðveldið atkvøddi ímóti og Fólkaflokkurin atkvøddi ikki. Løgið, at ikki full semja var um hetta!!! Tó trettan ár eftir at P.M. Dam tók málið upp á fyrsta sinni, var Erlendur Patursson farin at halda, at rættast var, at vit fingu sjálvstøðuga umboðan. Hana hava vit ikki fingið enn. Men nú hesir báðir flokkar, sum á sinni vóru ímóti, eisini eru vorðnir góðir við málið, ja so hava vit eina felags støðu. Og tað er nú ikki so galið!!!
Fólkapensjónin, undirgrundin og krígspensjónin eru onnur dømi um, hvussu væl javnaðarumboðini hava dugað politikk. Tað eru úrslit sum telja og ikki, hvussu nógvir spurningar ella røður hvør hevur hildið.

Trúfesti mótvegis okkara landsmonnum
Tað er nógv sum bendir á, at hetta góða politiska hegni, sum Javnaðarflokkurin hevur víst á Fólkatingi, aftur fer at fáa ta rúmd, sum tað hevur uppiborið. Við yvirtøkulógini og stjórnarlógini føroyska vit sjálvsstýrismálið, og við tí sleppa vit undan tí kegli og skammiliga orðadrátti á Fólkatingi, sum vit hava sæð í seinastuni. Tað verður og hevur alla tíðina verið skeiv adressa!!!
Føroyska tjóðin hevur brent seg so dyggiliga av tí. At nakað føroyskt fólkatingsumboð skal bera so í bandi, at orsaka av sínum egnu skeivu upplýsingum, so verður ein heil statt av okkara egnu landsmonnum drigin ígjøgnum donsku manegina. Hugsi um sjómenninar og TV 2 málið. Heldur eiga vit støðugt at leita upp møguleikar til bata, fleiri avbjóðingar og lata upp dyr út í heim. Vit skulu alla tíðina byggja upp og virka fyri endurnýggjan í hesum ríkisfelagsskapinum, sum hóast alt er ein politiskur veruleiki.