Brennivínið fer inn uttan at vitið fer út

RÚSDREKKAKOYRING Talið á bilførarum, sum verða tikin fyri at koyra við kenning, er nú tað lægsta í 10 ár. Jón Klein Olsen, løgreglumaður, heldur, at hetta er úrslitið av einum miðvísum arbeiði, sum higartil hevur vart í fleiri ár

- Tað er ikki longur cool at koyra við kenning!
Tað staðfestir Jón Klein Olsen varapolitiinspektørur.
Nýggjastu hagtølini hjá løgregluni vísa, at talið á bilførarum, sum verða tiknir fyri at koyra við kenning er nú tað lægsta síðani í 1999, altso tað lægsta í heili 10 ár.
Hetta eru tøl, sum Jón Klein Olsen, fegnast um.
- Tølini eru farin tann vegin, eg vónaði, sigur hann.
Hinvegin staðfestir hann, at tølini skulu takast við einum ávísum fyrivarni, tí hagtøl kunnu broytast rættiliga nógv ár undan ári.
Kortini hevur hann eina kenslu av at hesi seinastu árini hevur gongdin verið, at færri og færri koyra ávirkað av rúsdrekka.

Hevur tikið fleiri ár
Hann heldur seg hava staðfest, at hesi síðstu árini er hend ein stór hugburðsbroyting, sum ber í sær, at tað er blivið ómodernað at koyra við kenning.
Men hendan hugburðsbroyting er sanniliga ikki komin av sær sjálvum.
- Tað eru nógv viðurskifti, sum gera seg galdandi og sum tilsamans føra til, at rúsdrekakkoyring minkar, men tað tekur langa tíð at broyta hugburðin hjá fólki.
Hann vísir á, at nú í nógv ár hevur Ráðið fyri ferðslutrygd ført eina miðvísa upplýsingarherferð í skúlunum, har eisini løgreglan og sjúkraflutningstænastan hava verið við.
Á hesum skúlavitjanum hava tey greitt næmingunum frá um ferðslu, um ferðsluvanlukkur og um rúsdrekkakoyring á ein hátt, har tey ikki hava lagt fingrarnar ímillum.
Á hesum skúlavitjanum hava tey eisini havt onkran við, sum er offur fyri rúsdrekkakoyring og har viðkomandi hevur greitt frá, hvussu vandamikil rúsdrekkakoyring er og hvussu skjótt tað er at enda í rullustóli, ella tað, sum uppaftur verri er.
- Vit merkja, at hetta setir síni spor hjá teimum allarflestu, sigur Jón Klein Olsen.
Hann ivast ikki í, at hendan upplýsingin í skúlunum er ein orsøk til, at tað er ikki longur at tað er ikki cool at koyra við kenning longur.

Løgreglan vísir seg
Ein kundi eisini freistast til at hildið, at ein orsøk til, at færri verða tikin fyri rúsdrekkakoyring, er tann, at løgreglan ger minni burtur úr at kanna bilførarar, enn hon hevur gjørt.
Ongi hagtøl finnast um hetta, tí hagtalsskipanin er løgd um, so at tað ber ikki til at finna samanberandi hagtøl enn, sigur Halldis Poulsen, fyrisitingarligur leiðari hjá løgregluni.
Men Jón Klein Olsen heldur ikki, at tað er orsøkin.
Tvørturímóti sigur hann, at løgreglan er so nógv úti á vegunum, sum tilber.
- Vit leggja dent á at vera sjónlig á vegunum. Serliga tá ið stór veitslukend tiltøk eru, har nógv fólk savnast, gera vit nógv burtur úr at vísa okkum, sigur hann.
Hann heldur eisini, at tað hevur sína ávirkan, at fjølmiðlarnir gera burtur úr, tá ið vanlukkur henda.

0,2
markið
ger sítt

Tann fyrsta oktober í fjør, varð markið fyri rúsdrekkakoyring lækkað úr 0,5 promillu av alkoholi í blóðinum, niður í 0,2 promillu.
Og tá ið gáttin lækkaði, kundi mann kanska hildið at tað fór at føra við sær, at enn fleiri vórðu tikin.
Men sum tølini eru, sær tað ikki út til at vera støðan.
Jón Klein Olsen, varapolitiinspektørur, sigur, at tey, sum verða tikin fyri rúsdrekkakoyring, hava sum aloftast væl meiri í blóðinum enn 0,2 promillu.
Men hann vísir á, at tað elvdi til nógv kjak, at markið varð sett niður og tað hevur eisini gjørt sítt til at broyta hugburðin hjá fólki.
Annars halda bæði hann og aðrir politistar, at tað hevur avgjørt tænt sínum endamáli, at markið lækkaði.
- Tað førdi til nógv kjak um, hvussu nógv, tað ber til at drekka, uttan at missa koyrikortið.
Ein annar politistur førir fram, at áðrenn markið varð lækkað, vóru tað summi, sum spekuleraðu í, hvussu nógv tey kundu drekka og framvegis koyra bil - um tey kundu tey drekka tvær veikar øl ella tvær sterkar øl, ella ein øl og ein snaps o.s.fr.
Og so taldur tey tímarnar og roknaðu út, nær tey so kundu drekka eina øl afturat - og so varð ov nógv drukkið, áðrenn tey vistu av.
- Nú er markið sett niður í 0,2 promillu og tað merkir, at nú ber rætt og slætt ikki til at drekka nakað sum helst.
- So einfalt er tað og tí sleppa fólk nú undan at spekulera og rokna út í prosentum, promillum og minuttum, sigur ein ferðslupolitistur.


Betri møguleikar at taka fullar bilførarar

RÚSDREKKAKOYRING Løgreglan herðir tiltøkini ímóti teimum, sum koyra ávirkaðir og nú skal hamarin fella beinanvegin


Áki Bertholdsen

Um ikki so langa tíð fer tað at vera lættari hjá løgregluni at taka bilførarar, sum koyra ávirkaðir.
Í hesum sambandi fær løgreglan nýggja tøkni sum fer at gera tað nógv skjótari at staðfesta um bilførari er ávirkaður ella ikki.
Sum mannagongdin er nú, skal løgreglan føra illgrunaverdar bilførarar til lækna at taka blóðroynd at staðfesta promilluna, tí annars halda prógvini ikki í rættinum.
Jón Klein Olsen, varapolitiinspektørur, sigur, at hetta fer við rættiliga nógvari tíð, sum løgreglan ístaðin kundi brúkt nógv betri við at staðið úti á vegnum og kanna bilførarar.
Men nú er nýggj tøkni á veg.
Talan er um eitt tól, ið nevnist alkometur og tað er so patent, at tað mátar promilluna so mikið neyvt á staðnum, at tað heldur sum prógv í einum rættarmáli.
- Tá ið vit fáa alkometrini, kunnu vit alt fyri eitt staðfesta um ein bilførari er ávirkaðir ella ikki og sostatt sleppa vit undan brúka tíð upp á at fara til lækna at taka blóðroynd.
Jón Klein Olsen sigur, at hesi alkometrini eru ment og roynd og nú hevur løgreglan í útvaldum støðum fingð tólini at royna í verki.
Hann sigur, at tá ið tólið verður leysgivið, skulu løgreglufólkini eisini venjast at brúka tey.
Hann dugur ikki at siga, nær løgreglan í Føroyum fær alkometrini, men tað fer at ganga eitt sindur av tíð enn.
- Men tað er ongin ivi, at tá ið vit fáa tey, fara vit at almannakunngera tað væl og virðiliga, so at almenningurin verður væl kunnaður, so at tað ikki kemur óvart á nakran.
Ráðið fyri Ferðslutrygd tekur undir við, at løgreglan fær alkometur.
- Tað fer at gera teirra arbeiðið munandi effektivari, at tey kunnu gera eina langa røð av kanningum í einum høggi, ístaðin fyri at noyðast at brúka tíð upp á at koyra fólk til lækna at taka blóðroynd, sigur Sølvi Reinert Hansen.
Skuldsett fyri at koyra
ávirkað av rúsdrekka/heilivági

Ár Skuld-
setingar

1989 321
1990 312
1991 232
1992 222
1993 199
1994 170
1995 133
1996 150
1997 170
1998 155
1999 127
2000 153
2001 156
2002 159
2003 194
2004 168
2005 160
2006 180
2007 195
2008 164
2009 134

Les eisini greinina: Sosialt forboðið at koyra við kenning