Brennievnið forðar ikki skálatúrinum hjá klaksvíkingum

Skála saknar fimm spælarar, nú teir undir Mýruhjalla fyri aðru ferð í ár fara at stríðast fyri at vinna stig frá KÍ

Tað er av fagrasta veðri, og tað passar væl hjá fótbóltshugaðu klaksvíkingunum. Tað kann gott vera, at verkfallið ber við sær, at hugsað verður meiri um, hvørjar kilometrar tað er meiri og minni týdningarmikið at koyra. Men tað er eingin ivi um, at tað vera nógvir klaksvíkingar og KÍ fjepparar kring vøllin undir Mýruhjalla á Skála í kvøld.

 

Tølini siga, at talan ikki verður um avgreiðsluspurning hjá trífalda meistaraliðnum. Fyri stívliga seks vikum síðani var KÍ á Skála, og tá var klokkan farin meiri enn fýra minuttir út um vanligu leiktíðina, tá ið Páll A. Klettskarð skoraði 2-1 sigursmálið. Tíðliga í seinna hálvleiki legði Marjus Nón við rimmar langskoti Skála á sigurskós, og 13 minuttir eftir steðgin umsetti Árni Frederiksberg brotsspark til mál og 1-1.

 

Skála tapti fyri stórari viku síðani 3-0 á heimavølli ímóti HB, sum skoraði øll málini í seinna hálvleiki. Undan steðginum hevði Skála gott tak á verjuspælinum, og onkra ferðina var tað um reppið, at skálamenn løgdu seg á odda.

 

Fimm spælarar hjá Skála eru ikki tøkir. Ragnar Skála er leikbannaður, og skaddu spælararnir eru Andreas Egeberg Jacobsen, Jan Ingason Hansen, Dávid Johansen og Nicolai Dohn.

 

Í Klaksvík hevur fótbóltslagið verið betri síðani 2-1 heimasigurin ímóti Víkingi. Um tað skal eydnast at halda tørn í oddastriðnum, so verður neyðugt at vinna fulla úrtøku í kvøld.

 

Patrick Da Silva er tøkur aftur eftir skaðasteðg. Hann var eina løtu á vøllinum ímóti Víkingi, og hann verður ivaleyst millum teir fyrstu ellivu í kvøld. Deni Pavlovic og Mads Bo Mikkelsen venja aftur eftir skaðasteðg. Heini Vatnsdal, Odmar Færø, Jákup B. Andreasen og Hallur Hansson eru langtíðarskaddir.

 

Skála – KÍ: Áki Leitisstein Hansen kl. 19.00