Innflutningurin fyrstu 7 mánaðirnar í 2008 var 3.007 mió. kr. Tað er 89 mió. minni enn somu tíð síðsta ár, skrivar Hagstovan. Verða skip og flogfør ikki tikin við, er innflutningurin 2.994 mió. móti 2.892 síðsta ár. Samlað er innflutningurin sostatt minkaður 3%, meðan talan er um ein vøkstur á 4%, um skip og flogfør ikki verða tikin við.
Nógv størsti vøksturin er í innflutningi av brennievni, har innflutningsvirðið er 42% hægri enn í fjør, nøgdirnar harafturímóti eru tær somu. Vegna seinkingar í skrásetingini av innflutningi av brennievni, er vøksturin uppaftur størri enn vit higartil í ár hava mett hann.
Tilfar til annan ídnað er eisini eitt sindur størri enn sama tíðarskeið síðsta ár, meðan tað er minking í øllum hinum bólkunum.
Innflutningur av gassolju og brenniolju
Nøgdin av gassolju og brenniolju sum seinastu 20 árini er innflutt, hevur verið rættuliga støðug. Hyggja vit at virðinum av oljuni sum er innflutt, síggja vit at virðið fram til 1999 eisini lá rættuliga støðugt, meðan virðið síðan er vaksið munandi. Vøksturin hevur verið í trimum umførum, frá 1999 til 2001, 2003 til 2006, og so aftur nú. Samlað virði av innflutninginum er í dag meir enn fimm ferðir størri enn tað var í 1989, meðan nøgdirnar eru ein triðing størri.










