Brennievni alt samdøgrið

-

Tað hevur altíð verið tørvur á at kunna fáa brennievni í úrtíð til akførini, ið koyra á føroysku vegunum. Hetta hava vit á P/F Føroya Shell nú gjørt nakað við, við tað at nú ber til at fylla á akførini alt samdøgrið. Nýggja skipanin hevur fingið heitið »Shell-tøkan«, og í fyrsta umfari eru »Shell-tøkur« settar upp á hesum Shell Støðum.

° Shell Støðin við Ringvegin, Tórshavn

° Shell Støðin í Vestmanna

° Shell Støðin við Streymin

° Shell Støðin í Gøtudali

° Shell Quick Service í Klaksvík

»Shell-tøkan«, ið er ein kortautomat, tekur øll vanlig gjaldskort, og á yvirlitinum á »Shell-tøkuni« sæst, hvørji hesi kortini eru. Eisini eru »Shell-tøkurnar« opnar at nýta um dagin, so allar avgreiðslur kunnu nú avgreiðast nógv skjótari. Vit hava til kunningar lagt við hesum brævi eitt ark, sum er ein vegleiðing í nýtsluni av »Shell-tøkuni«, og vit síggja fegin, at tygum, ella fyritøka tygara nýta henda givna møguleika í framtíðini.


Viðvíkjandi Shell-Viðskiftakortinum

Hava tykum ikki »Shell-Viðskiftakortið«, sum er eitt kundakort við fyrimunum, so ber til at seta seg í samband við høvuðsskrivstovu okkara og fáa tilsent umsóknarblað, har vit eisini fegin svara spurningum tygara. Vit eru til tygara tænastu, sigur Føroya Shell í tíðindaskrivi.