Brennandi fløgumentan

»Hattar má roynast«, hugsaði eg, tá ið eg fyri umleið tveimum árum síðani sá ein vinmann demonstrera ein nýggjan, glitrandi fløgubrennara.


 

»At hugsa sær! Allar krónurnar tú kanst spara við at margfalda fløgur, ístaðin fyri at keypa tær. Pínadoy sum tað er smart«, hugsaði eg víðari, meðan eg brosaði og fekk jólaljós í eyguni.

Eg má viðganga, at eg í dag havi broytt meining. Lat meg greiða eitt sindur frá mínari støðu, kæri lesari.

Eg havi altíð keypt nógvar fløgur. Og áðrenn fløgurnar byrjaðu at dominera marknaðin síðst í 80?unum, keypti eg nógvar LP-plátir. Tá ið eg gekk í studentaskúla miðskeiðis í 80?unum, hevði eg eina kvotu uppá gott og væl tvær plátur um mánaðin. Satt at siga hevði eg ikki ráð, men uppá ein ella annan máta, fekk eg skava nokk av peningi saman til at keypa minst tvær LP-plátur um mánaðin. Onkuntíð bæði tríggjar og fýra, men so var fíggjarætlanin eisini rokin so væl og virðiliga, og eg var noyddur at roykja ball restina av mánaðinum, ið stadin fyri Prince.

Jú, tað er heilt vist. Rokkur skuldi til fyri at halda ein ungan eysturoying koyrandi!

Men sjálvt um eg uppá hendan mátan fekk dyrkað teir rokkbólkar og solistar, mær dámdi best, so vóru tað altíð »marginalar« plátur, ið eg ikki hevdi ráð at keypa. Men tað gjørdi nú einki. Sum oftast hevði onkur vinmaður keypt onkra av hesum plátum, og so var bara at møta upp við einum kassettubandi og taka plátuna uppá band.

Sostatt kann man siga, at tónleikanýtslan varð býtt í tveir bólkar; einar 12-16 plátur um árið, ið eg bara var noyddur at keypa, og so tær »marginalu« pláturnar, ið eg tók uppá band hjá onkrum vinmanni.

Hettar nýtslumynstrið helt sær fram til ?97. Eg blev liðugur við útbúgvingina, fekk arbeiði og pening á bankabókina, og tónleikanýtslan vaks munandi. Onkuntíð upp í 6-8 fløgur um mánaðin.

So kom tann stóri dagurin, tá ein vinmaður keypti ein fløgubrennara til telduna. Og knappliga keypti hann ikki fleiri fløgur. Vanligar tónleikafløgur, altso. Nei, hann fór niðan á bókasavnið her í Esbjerg, lánti einar 10-15 nýggjar, góðar fløgur, og margfaldaði tær allar samlar. Ljóðgóðskan var ? sum tit nokk vita ? í topp.

Ein dagin hevði ein, ið eg arbeiði saman við, keypt nýggjastu fløguna við danska sangaranum Poul Krebs. Tað vardi ikki leingi, so hevði hann margfaldað eintøk til øll á arbeiðsplássinum. Eisini til mín.

Hettar var bara sakin! í staðin fyri 140 krónur hevði eg fingið fløguna fyri 15 krónur.

Men so byrjaði ringa samvitskan spakuliga at gerða seg galdandi.

Tað kann gott verða, at eingin uppdagar tað, og at tað ikki kennist sum stuldur, men at margfalda fløgur, ið ein ikki hevur keypt er stuldur og einki annað! Michael Jackson, ella Britney Spears fara neyvan at líða nakra neyð av slíkun stuldri, men soleiðis er tað slettis ikki við yrkjarum og tónleikarum, ið skriva á donskum. Fyri ikki at nevna føroyskar tónleikarar. Men tað venda vit aftur til.

Danskt er sera lítið mál, ið verður tosað av umleið fimm miljónum menniskjum, og ein sangari sum Poul Krebs selur kanska 100.000 fløgur, tá ið hann selur mest. Tað ljóðar kanska av nógvum, men tað eru rættuliga nógvar fyritøkur og personar, ið skulu býta vinningin frá einari slíkari útgávu. Tá ið samanum kemur, so hevur ein kendur tónleikari sum Poul Krebs ikki ráð til nógv meira luksus, enn ein stjóri í einari lítlari fyritøku ella ein góður, føroyskur fiskiskipari. Og tað er honum væl unt.

Soleiðis førdi mín ringa samvitska til, at eg aftaná einans tveir dagar tveitti heimabrendu fløguna við Poul Krebs í ruskspannina.

Her vilt tú, kæri lesari, nokk halda, at eg bara spæli heilagur. Ok, tað kann gott verða eitt sindur um tað, men les víðari. Søgan er ikki heilt liðug enn.

Sum tónleikari havi eg óiva eitt sindur øðrvísi hugsunarhátt og eitt sindur meira innlit í tónleikaframleiðslu enn meirilutin av vanligu lurtarunum.

Fyri kortum hoyrdi eg ein føroying, ið hevur skil fyri fløguútgávu siga, at fyri hvørjar 500 fløgur, ið verða seldar, verða umleið 500 aðrar ólógliga margfaldaðar. Tað kann gott verða at hann hevur lagt nakað afturat, men heimabrenning av fløgum er ein sera stórur trupulleiki.

Royn og hugsa eitt sindur um hettar, kæri lesari. Eg veit frá egnum royndum, hvussu torført tað er at geva út tónleik í Føroyum. Føroyskir tónleikarar og bólkar gera ikki fløgur fyri at vinna pening. Nei, tað er rein og sker idealisma! Tað er ikki óvanligt at skylda 100.000 ella 150.000 krónur, tá fløgan er komin út. Upptøkur, ljóðblanding, framleiðsla av fløgum o.s.v. Tað kostar!

Og nú er tað eisini soleiðis, at ein stórur partur av føroysku tónasmiðunum eru alt ov stoltir til at senda eitt vánaligt avrik í handlarnar. So nógvur peningur verður nýttur til at fáa fløguna so góða sum gjørligt.

Føroyskar tónleikaútgávur hava eisini tann trupulleikan at berjast við, at sjálvt um tær selja væl eftir føroyskum umstøðum, so er føroyski marknaðurin alt ov lítil til at hesar útgavur bera seg fíggjarliga. Eitt stórt, larmandi undirskot er beiski bitin, ið meirilutin av føroysku tónleikaútgevarunum muga svølgja fyri at servera eitt gott avrik fyri kræsnu keyparunum og lurtarunum

Tískil haldi eg, at margfalding av fløgum kann gerast ein bumba undir føroyskum tónleikaútgávum. Eitt so lítið og viðbrekið mál, sum tað føroyska, tørvar eisini tónleik á føroyskum. Og tað verður sera fátæksligt, tá ið føroyskir tónleikarar ikki longur fara at tora at geva út tónleik. Føroyska tónleikamentanin kann ? um eg so má siga ? margfaldast til deyðis!

So næstu ferð tú fært eina heimabrenda fløgu, so send ein vinarligan tanka til føroysku tónleikararnar, blaka fløguna í ruskspannina og far so út og keyp upprunafløguna. Bæði føroyska tónlistamentanin og tín samvitska fáa tað betri um so verður bori at.