Brennandi bilur koyrdi inn á flogvøllin í Glasgow

Sjónarvitni sóu ein mann taka ein gassylindara út úr bilinum - einum Cherokee-jeepi.

SEINASTA: TRÍGGIR MANS ERU HANDTIKNIR! Hesin koyrdi við fullari ferð inn í høvuðsdyrnar til terminalin kl. 15:15.

Sambært BBC sprongdist bilurin tá hann hevði rent á høvuðsdyrnar. - Tað sá út sum bilurin royndi at koma inn gjøgnum dyrnar og inn í terminalin. Eldur var í bilinum, og menn komu út gjøgnum eldslogarnar, sigur eitt vitni.

Løgreglan var skjót á staðnum og kom tað til bardaga teirra millum. Aftaná tað hoyrdist ein spreinging og tjúkkur, svartur roykur kom út úr terminalinum.

Fólk vórðu beinanvegin flutt út úr flogvøllinum, og enn er ikki boðað frá skaðum.

- Fólk runnu framvið okkum og søgdu, at vit máttu sleppa okkum út. Panikkur valdaði millum fólk. Eldurin er nú sløktur, men tað er kaos á flogvøllinum, segði eitt vitni við Sky News.

Hetta vitnið sá eisini at løgreglan bardist við ein mann úr Asien. Onnur sóu tveir mans sita inni í bilinum, har eldur var øðrum teirra.

Hetta vitnið sigur við Sky News at eini maðurin tók ein gassylindara út úr bilinum.

Løgreglan dugir ikki enn at siga, um talan var um eitt terror-álop.